Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tað er kanska ein eitt sindur órein samanbering. Men fýrakantað ber til at siga, at ein pakki sum verður sendur úr fjarskotnum útlondum til Føroya ferðast heilt munandi skjótari uttanfyri landoddarnar, enn hann ger tá hann er komin til Føroya. Bremsan verður snøgt sagt høgd í, tá pakkin kemur til landið.

Les eisini: Postpakki hevði líka langa tíð at ferðast úr Havn til Vestmanna sum úr Sydney til Havnar

Samanberingin er kanska eitt sindur órein, tí ein partur av frágreiðingini, sambært Posta, oftani er, at dokumentatión fyri virði og innihald í pakkunum oftani er ófullfíggjað. Og tí liggja pakkar viðhvørt leingi og bíða á posthúsinum eftir einum faktura ella aðrari neyðugari dokumentatión.

Janus Rasmussen, framleiðsluleiðari hjá Posta sigur, at harnæst er tað eisini ein møguleiki, at ein pakki kemur fram beint aftaná eina útbering, og tískil noyðist at bíða eftir næstu útberingini.

- Vit bera pakkar út fríggjadag og mikudag. Er pakkin klárur til útberingar seint fríggjadag, og tískil ikki nær útberingina tann dagin, so bíðar hann til næsta mikudag, sigur Janus Rasmussen við VP.

Tað hevur lítlan ella ongan týdning, hvar í landinum ein býr, sigur hann. Og hann leggur afturat, at tað er ein spurningur um at brúka arbeiðsorkuna mest skynsamt sum ger, at útberingin er skipað á henda hátt.

Afturat hesum kemur, at pakkar úr útlandinum viðhvørt verða kannaðir nærri av Taks. Um Taks hevur nakað mark fyri, hvussu langa tíð tað kann taka, ber í løtuni ikki til at fáa uppspurt, tí hjá Taks er avgreiðslan stongd fríggjadag og í vikuskiftinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo