Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Seinastu árini hevur talgildingin sum heild vundið upp á seg. Samstundis hevur korona sett ferð á eitt rák við alsamt vaksandi internethandli og færri brøvum:

- Vit síggja eina broyting í atburðinum hjá føroyingum. Internethandilin og talgilt samskifti veksur alsamt, og harvið broytist postvirksemið, sigur Joel.

Viðskiftafólkini á posthúsinum gerast færri og samstundis skulu hølini á Oyrabakkavegi brúkast til annað virksemi, greiðir Joel frá:

- Tí hava vit gjørt av at stongja posthúsið á Oyrarbakka.

Framvegis góðir møguleikar fyri at avgreiða síni postørindi
Øll móttaka brøv og pakkar heima við hús sum vanligt, greiðir Joel frá.

Hann leggur afturat, at tað framvegis ber til at senda brøv og pakkar, hóast posthúsið á Oyrarbakka letur aftur. Viðskiftafólk kunnu keypa postgjald í Posta-appini og síðani lata pakkan inn á eina Magn-pakkastøð. Um viðskiftafólk heldur vilja fara á posthúsið,  so eru nærmastu posthúsini í ávikavist Saltangará og Havn opin sum vanligt.

Seinasti dagur posthúsið á Oyrarbakka er opið, er tann 17. februar. Inntil tá er posthúsið opið sum vanligt - gerandisdagar frá kl. 14.30-16.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo