40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Nettosølan hjá partafelagnum Poul Hansen við heimstaði í Havn vaks úr góðum  320 milliónum krónum í 2019 til slakar 337 mió kr í fjør. Bruttovinningurin vaks við sløkum fýra mió kr og ársúrslitið í fjør gjørdist 8,9 mió kr í mun til 9,2 mió kr árið fyri.

Poul Hansen, sum fæst við heilsølu og annan handil, eigur eisini í fleiri øðrum fyritøkum. Millum dóttirfeløgini kunnu nevnast Trio Import og Vita Margarin og millum feløgini, har Poul Hansen eigur í kunnu nevnast Gist og Vist, Eurest Føroyar og Torgið í Vági. Og verður hugt at úrslitinum uttan kapitalpartar sæst, at úrslitini í hesum fyritøkum dregur niður - tó munandi minni í fjør enn fyrraárið.

Í 2019 var úrslitið uttan kapitalpartar 5,8 mió kr og í fjør var tað 10 mió kr.

Poul Hansen hevur eina sera sterka fíggjarstøðu sum javnvigar við stívliga 300 mió kr harav størsti parturin, ella nærum 238 mió kr, er eginogn.

Høgni Hansen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo