Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Seinastu áratíggjuni er arbeiðsmarknaðurin í Evropa vorðin meira ótryggur fyri arbeiðstakaran. Vunnin fakfelagsrættindi til pensjón, frítíð, løn undir sjúku og uppsagnartíð hvørva, og bólkurin av arbeiðsfólki, sum ikki veit, um tey fáa løn um nakrar mánaðir, veksur støðugt. Meðan klokkan gongur, standa tey við støðugt óvissum livikorum og vánaligari atgongd til bæði banka og bústað.

Í bókini “The Precariat – The New Dangerous Class” frá 2011, ávarar viðurkendi samfelagsgranskarin og búskaparfrøðingurin Guy Standing ímóti globaliseraða arbeiðsmarknaðinum, sum er skrúvaður saman til tæna superríkum íleggjarum, meðan arbeiðsfólk fáa minni og minni í sín part. Og tey, sum eru ringast fyri, eru tey í prekariatinum.

Prekariatið er javnan á politiska breddanum í Týsklandi, Fraklandi, Hollandi og øðrum Norðurlondum. Seinastu árini hevur Guy Standing eisini ferðast víða og hildið fyrilestrar. Hann hevur verið á Bilderberg-ráðstevnuni í Dresden og World Economic Forum í Davos, og hann hevur verið í Silicon Valley, Tokyo, Malmø, Brússel, Salsburg og aðrastaðni fyri at ávara ímóti prekariatinum.

Í annaðkvøld, 8. september, fer Guy Standing at røða um hendan vaksandi samfelagsbólkin í Norðurlandahúsinum í Havn. Og hann roknar við, at tað er bara spurningur um tíð, áðrenn globalu rákini eisini fara at síggjast í Føroyum.

Uni Holm Johannesen, journalistur og stjórnmálafrøðingur, skipar fyri, og Fróðskaparsetur Føroya, SamFelagið og Fakfelagssamstarvið stuðla tiltakinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo