Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Prestafelag Føroya: Hósdagin 12. septembur hevði Norðurlendska Prestafelags Samstarvi (NPS) ársfund í Sundsvåll.

Í fjør setti Prestafelag Føroya fram ynski um at gerast sjálvstøðugir limir í NPS, við teimum rættindum og skyldum, sum tað inniber.

Steintóra Gleðisheygg Joensen, forkvinna fyri Prestafelag Føroya, luttók á fundinum hesuferð, og fegnast um, at felagið í ár fekk fulla undirtøku frá hinum norðanlondunum í samstarvinum, sum eru Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki. Fundurin var hildin í vakra umhvørvinum við Selånger Pilgrimscenter.

Endamálið við samstarvinum er at samskifta um aktuellu støðurnar í fakfelagsarbeiðinum í kirkjunum í Norðanlondum. Hóast londini eru ymisk, og setanarviðurskiftini hjá starvsfólkunum eru ymisk, er greitt, at nakrar av avbjóðingunum, sum eru í kirkjunum rundan um okkum, eru tær somu. Á fundunum kemur fram, hvussu londini hvør sær møta og loysa hesar avbjóðingar, bæði innanhýsis og við almennar mynduleikar.

Prestafelag Føroya hevur í nógv ár havt umboðan í NPS, sum observatørur, knýtt at danska prestafelagnum. Á aðalfundi 27. apríl 2022 samtyktu føroysku prestarnir, at teir ikki longur ynsktu at vera knýttir at danska felagnum og 1. Januar 2024 steðgaði limaskapurin, so at tað nú onki formligt samband er ímillum føroyska og danska prestafelagi.

Nevndin gleðist um, at tað framyvir verður javnbjóðis samstarv ímillum norðurlendsku tjóðirnar í NPS. Forkvinnan takkar fyrrverandi formonnunum fyri felagið, Jákup Reinert Hansen og Theodor Eli Dam Olsen, fyri góða ráðgeving.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo