Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jaspur Langgaard, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Prísbroytingar og ferðsla í Eysturoyartunlinum

Spurningar:
1. Hvussu hevur prísbroytingin hjá Eysturoyartunlinum frá 1. januar 2022 ávirkað ferðsluna?

2. Nær verður ætlanin um eina fastprísskipan á kr. 1.995 um mánaðin sett í verk?

3. Hvussu stór upphædd er latin frá landinum til lánsgjøld hjá Eysturoyartunlinum í 2021 og hvør er meting fyri tørvinum á játtan í 2022?

Viðmerkingar:
Tann 1. januar 2022 broyttust prísirnir hjá Eysturoyartunlinum.

Broytingin var fyri tey, sum koyra fleiri enn 10 túrar um mánaðin, har tað frammanundan stórt sæð ongin avsláttur var.

Avsláttarskipanin sær soleiðis út við prísi fyri hvønn einvegis túr við haldi:

1-10 túrar 75,-
11-20 túrar 65,-
21-30 túrar 40,-
31- túrar 30,-

Higartil sær tað út til at hava verið trupult at áseta rætta prísin fyri koyring í Eysturoyartunlinum, hetta at finna bestu javnvágna millum príslækkingar og meira ferðslu.

Tað er kortini greitt, at verður tann besta javnvágin ikki funnin, gevur íløgan ikki hægsta samfelagsliga gagn, og landskassin fer frameftir at noyðast at játta pening til lánsgjøld.

Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 4. apríl 2022
Jaspur Langgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo