Nevndirnar í P/F Norðoyatunlinum og P/F Vágatunlinum hava avgjørt at lækka prísirnar frá 1. august 2017.
Prísirnir broytast soleiðis:
• Prísurin fyri hvønn túrin við haldi lækkar 16,7%, úr 30 krónum niður í 25 krónur. Hereftir ber til at ogna sær 20-túrahald fyri kr. 500,-, 40-túrahald kr. 1.000,-.
• Hald til akfør longur enn 6 metrar. Prísurin lækkar 25,9%, úr kr. 135 niður í kr. 100 fyri hvønn túrin
• Prísirnir fyri árshaldini og stakar túrar vera óbroyttir.
Eftir hesum broytingum verða prísirnir framvegis teir somu í báðum tunlum.
Prísbroytingarnar fara væntandi at kosta báðum feløgunum knappar 5 mió. kr. í minni inntøku.
Galdandi frá 1/8-2017 | Stakir túrar 1 t/r | Lítið hald 20 túrar | Miðal hald 40 túrar | Stórt hald
| Árshald |
Akfør upp til 3.500 kg og styttri enn 6m |
100 kr |
500 kr 25 kr/túr |
1.000 kr. 25 kr/túr | 200 túrar 5.000 kr. 25 kr/túr |
6.000 kr 500 kr./mánaðin |
Akfør yvir 6 m. (bussar,lastvognar)
|
300 kr. |
2.000 kr 100 kr/túr |
4.000 kr 100 kr/túr | 100 túrar 10.000 kr 100 kr/túr |
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo