At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Søla í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu av trimum vørubólkum er gjørd upp fyri 2. ársfjórðing í 2022. Tølini eru býtt í vørubólkarnar 'matur og alkoholfríar drykkjuvørur', 'klædnavørur og fótbúnaður' og 'húsbúnaður og húsarhaldsútgerð'.

Tað, ið vanliga eyðmerkir 2. ársfjórðing, er, at meðan sølan fellur frá 4. ársfjórðingi árið fyri til 1. ársfjórðing, so hækkar hon aftur við 2. ársfjórðingi. 2. ársfjórðingur 2022 var onki undantak, hóast sølan av klæðum og fótbúnaði hevur verið væl lægri enn miðal undanfarin ár.

Prísurin á mati og drykkjuvørum hækkaður við 6%
Fyri matvørur og alkoholfríar drykkjuvørur var sølan 11% hægri frá 1. ársfjórðingi til 2. ársfjórðing í ár. Hetta er eitt vet hægri enn undanfarin ár frá 2017-2021, tá miðal hækkingin frá 1. ársfjórðingi til 2. ársfjórðing árið eftir hevur verið 8%.

Frá 2. ársfjórðingi 2021 til 2. ársfjórðing 2022 er sølan lækkað 1%. Hetta sama tíðarskeið hækkaði prísurin á mati og alkoholfríum drykkjuvørum við 6%.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo