Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til § 52a fyrispurning nr. 52-196/2021 frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um hjálparpakka til fíggjarliga sperdar uppihaldarar og pensjonistar.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at veita fíggjarliga hjálp til stakar uppihaldarar, barnafamiljur og pensjonistar, nú prísvøksturin heldur fram?

2. Arbeiðir landsstýrið við ætlanum um, hvussu ein møgulig hjálp kundi verið skipað?

3. Um nei, hvat er orsøkin, og hvussu høgur skal prísvøksturin vera, áðrenn stig verður tikið til at veita hesum bólkum eina hjálpandi hond?

Til nr. 1, 2 og 3
Fíggjarmálaráðið fylgir neyvt við gongdini í prísvøkstrinum og metir støðugt um, hvørt tað er neyðugt og ráðiligt at seta í verk hjálparátøk frá almennari síðu í sambandi við prísvøksturin, sum sæst í løtuni.

Tað er til eina og hvørja tíð ein politiskur spurningur, hvørt landið eigur at seta í verk hjálparátøk, tá ið óvanliga høgur prísvøkstur er í samfelagnum.

Fíggjarmálaráðið mælir kortini frá at seta í verk ófíggjað hjálparátøk og mælir heldur til at fylgja við prísgongdini og seta átøk í verk seinni, um hetta verður mett at vera neyðugt.

Fíggjarmálaráðið heldur tað hava týdning, at møgulig hjálparátøk eru fult fíggjað við at lækka aðrar útreiðslur hjá landinum ella við at hækka inntøkurnar hjá landinum.

Flestu altjóða búskaparstovnar rokna við, at prísvøksturin fer at hæsa av aftur seinni í ár og í 2023.

Vansin við at landið setir í verk hjálparátøk, tá ið prísirnir á til dømis brennievni ella matvørum hækka, er, at átøkini kunnu vísa seg at raka skeivt og ótilætlað og hava óhepnar avleiðingar við sær. 

Til dømis kunnu tílík átøk forða fyri neyðugum tillagingum í búskapinum og kunnu seinka umleggingini til grønar orkuloysnir og forða fyri øðrum umleggingum í búskapinum.

Fíggjarmálaráðið mælir frá, at landið setir í verk hjálparátøk til húsarhald, sum ikki eru fíggjað við at lækka aðrar almennar útreiðslur ella hækka skattir ella avgjøld.

Fleiri fløskuhálsar síggjast á arbeiðsmarknaðinum og á bústaðarmarknaðinum. Vandin við ófíggjaðum hjálparátøkum til húsarhald er, at hesi helst fara at stimbra prísvøksturin enn meira og gera støðuna við fløskuhálsum verri.

Til dømis kunnu ófíggjað hjálparátøk gera, at prísvøksturin í samfelagnum verður enn størri og at enn størri trýst kemur á bústaðarmarknaðin.

Enn eru húsarhald í Føroyum ikki eins hart rakt av príshækkingum sum húsarhald í til dømis Danmark ella aðrastaðni í Evropa.

Hetta kemur av, at gass verður ikki brúkt til upphiting ella til streymframleiðslu í Føroyum.

Prísurin á gassi er fleirfaldaður í Evropa, og hetta merkist væl hjá húsarhaldunum í Evropa.

Ein annar munur er, at prísurin á streymi er ikki hækkaður enn í Føroyum, meðan prísurin á streymi er nógv hækkaður í Evropa.

Samlaði prísvøksturin síðani russisku innrásina í Ukraina hevur verið lægri í Føroyum enn aðrastaðni í Evropa. Prísvøksturin í Føroyum var til dømis 4,4% fyrsta ársfjórðing í ár í mun til sama ársfjórðing í 2021. Í flestu londum í Evropa er prísvøksturin í løtuni 7-10% um árið.

Enn ber ikki til at siga, júst hvørjar bólkar í samfelagnum møgulig hjálparátøk koma at fevna um, harundir stakar uppihaldarar, barnafamiljur ella pensjónistar. Heldur ikki ber til at siga, júst hvussu høgur prísvøksturin skal vera, áðrenn hjálparátøk verða sett í verk í sambandi við prísvøksturin, sum sæst í løtuni. Tað verður til eina og hvørja tíð ein ítøkilig og politisk meting, hvørt landið eigur at seta í verk hjálparátøk til ávísar bólkar í samfelagnum orsakað av óvanliga prísvøkstrinum. 

Víst verður eisini til skrivligan fyrispurning nr. 194/2021 eftir §52a í tingskipanini.

Tinganes, 30. mai 2022
Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo