Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

At nógvir skaðar fylgja við lívinum sum professionellur hondbóltsspælari er danin Lars Jørgensen eitt gott dømi um.

Áðrenn hann hevði fylt 39 ár hevði hann brotið trý rivjabein og fingið fimm skurðviðgerðir ymsastaðni á kroppinum. Og tá eru smátingini sum heilaskjálvtar og alt hitt ikki talt við.

Í mai gavst hann at spæla og tað hevur hann ikki angrað eina løtu.

Í grein í Jyllandspostinum greiðir hann frá, at hann hevur ikki saknað lívið sum aktivur og professionellur hondbóltsspælari eina løtu.

- Eg undrist eitt sindur, tí hondbóltur hevur verið mítt lív í nærum 20 ár. Oftani hoyrir tú um samleikakreppu og at tey vita ikki, hvat tey nú skulu finna uppá, tá tey gevast. Men tað havi eg onki merkt til, sigur Lars Jørgensen, sum nú starvast sum hjálparvenjari hjá danska kvinnulandsliðnum.

Spurdur um kroppurin hevur saknað ítróttina, svarar Lars Jørgensen:

- Nei, eg haldi, at kroppurin gevur mær eitt 'high-five' hvønn morgun og takkar mær fyri at eg gavst. Tað var tað rætta við teimum skavankunum, eg hevði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo