At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fríggjadagin, 24.  juni 2016, fingu 31 lesandi prógv handað á Vinnuháskúlanum.

Fitt av fólk vóru komin saman, fyri at luttaka í prógvhandanini.

Vilhelm Petersen, stjóri, bjóðaði vælkomin og helt eisini eina røðu fyri próvtakarunum. 

Thormund Johannesen, skipstekniskur ráðgevi hjá Knud E. Hansen, var gestarøðari.

Páll Hansen, formaður fyri Maskinmeistarafelagið, Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, Per Gravgaard Hansen, frá Søfartens ledere, Alfred Petersen, foreldur, góvu teimum lesandi nøkur góð orð á vegnum. 

Eisini hevði Heini Martin Niclasen, næmingur, eina heilsan frá teimum lesandi.

Tey, sum í dag hava fingið prógv eru:

MASKINMEISTARAR: 

Elisabet Dalsgaard, Frank Højbjerg Poulsen, Erling Jacobsen, Jógvan Pauli Kristiansen, Kjartan Jørgensen, Sigurd Jónsson Nielsen, Teinar Mohr Hentze, Christian Petur Djurhuus, Óla Jákup Dahl og Søren Djurhuus Clementsen.

Hesaferð var eisini ein kvinna, sum fekk prógv sum maskinmeistari, tað er Elisabet Dalsgaard.

SKIPARAR:

Flóvin Fossdalsá, Esmar Æðustein Poulsen, Birgir Jacobsen, Hans Jacob Lind Rasmussen, Eiler Haraldsen, Heini Martin Jørðdal Niclasen, Martin Hansen, Jens Arne Kruse Sørensen, Rúni Winther, Hans Lyngsø og Hans Lyngsø.

SKIPSFØRARAR:

Kjartan Jacobsen, Bjarti Nattestad Petersen, Jørgen Nielsen, Magnus Pauli Lassen Nybo, Petur L. Hansen, Marni Svabo Dam, Tummas Petur Bisp, Ragnar Hansen, Eyðstein Joensen og Rúni V. Thomsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo