Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í farnu viku fingu 23 tilflytarar í trimum flokkum lokið prógv í føroyskum sum annaðmál á Tórshavnar Kvøldskúla. Í hesum sambandi varð skipað fyri hugnaligari samkomu fyri næmingum og avvarðandi.

Jógvan Sørin Hansen, skúlaleiðari, segði nøkur orð og handaði næmingunum prógvið. Talan er um næmingar á øllum trimum stigum, føroyskt sum annaðmál 1, 2 og 3.

Fýra næmingar hava hesaferð staðið tvær royndir.

Undirvísarar hava verið Petra Gregersen, Jóna Kristin Thomsen, Vár Hansen og Petra Olsen.

Tórshavnar Kvøldskúli ger nógv burtur úr at skipa fyri undirvísing í føroyskum fyri tilflytarar - føroyskt sum annaðmál. Tað hevur týdning, heldur Kvøldskúlin, tí málið er lykilin til samfelagið.

Undirvísingin heldur fram í komandi ári, og longu nú ber til at tekna seg til skeiðini (skeið 800) á heimasíðu Kvøldskúlans.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo