Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Av teim 162 próvtakarunum taka 151 bachelorprógv, 10 taka masterprógv og ein tekur hjánámsprógv.

Talan er um 40 lærarar, 35 námsfrøðingar, 17 sjúkrarøktarfrøðingar, 13 frá Søgu- og samfelagsdeildini, 3 frá Føroyamálsdeildini og 8 frá Náttúruvísindadeildini. Harumframt hava fleiri lokið prógv síðani seinastu prógvhandan, og verða hesi eisini hátíðarhildin til prógvhandanina.

Í hesum sambandi verður prógvhandan fríggjadagin 23. juni kl. 10.00. Prógvhandanin verður í Norðurlandahúsinum eins og undanfarin ár.

Tiltakið er alment, men av tí at plássið er avmarkað og øll, sum koma, mugu hava sess, verður heitt á tey lesandi um einans at hava tvey-trý avvarðandi við hvør.

Skráin:
10:00 Rektarin, Sigurð í Jákupsstovu, bjóðar vælkomin og heldur røðu
10:05 Umboð fyri tey lesandi heldur røðu – Bergur A. Dalsgarð
10:15 Tónleikur – JASMIN
10.25 Prógvhandan
11:10 Gestarøða – Jóhanna á Bergi, stjóri hjá Atlantic Airways
11:25 Rektarin takkar fyri og bjóðar til ábit
11:30-13:00 Myndatøka og ábit

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo