Í eini talu í russiskum sjónvarpi, segði russiski forsetin millum annað, at Russland hevði ongar óndsinnaðar ætlanir viðvíkjandi sínum grannum.
– Vit hava ongar óindsinnaðar ætlanir viðvíkjandi okkara grannum. Mín stjórn sær ongan tørv á at grannar okkara seta fleiri tiltøk í verk sum bert fara at gera støðuna verri okkara millum, segði Putin sambært BBC.
Hann legði afturat at øll lond mugu nú royna at normalisera viðurskiftini. Og so endurtók russiski forsetin at innrásin í Ukraina bert er eitt aftursvar til «fíggindaligu handlingarnar móti Russlandi».
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo