Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Russiski forsetin Vladimir Putin hevur havt fleiri mammur at falnum russiskum hermonnum á gátt í heiminum Novo-Ogaryovo uttanfyri Moskva, tað skriva fleiri miðlar. Vitjanin var í samband við mammudagin, sum í Russlandi er í morgin.

Putin segði við mammurnar, at hann var líka harmur sum tær, og at hann kendi teirra pínu, ótta og stúran á egnum kroppi.

- Eg veit, at onki kann bøta fyri missin av einum soni, serliga hjá eini mammu, segði russiski forsetin millum annað, og segði seg eisini javnan tosa í telefon við teir sum berjast í fremstu røð.

Russland hevur sent fleiri 100.000 hermenn um ukrainska markið. Í septembur segði Putin, at 5.937 vóru falnir. Ukraina hevur ikki sagt, hvussu nógv herfólk landið hevur mist. USA sigur, at bæði londini hava mist fleiri 10.000 hermenn í part.

Vladimir Putin segði mammunum, at hann onki angrar, og at "serliga hernaðarátakið í Ukraina", sum hann blívur við at kalla kríggið, er líka neyðugt enn sum áður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo