Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Russiski milliardingurin Pavel Antov er deyður eftir at hann fall á einum luksushotelli í India, skrivar norska Dagbladet.

Hann var í India at hátíðarhalda sín 66-ára føðingardag, tá ið hann var funnin liggjandi uttanfyri Hotel Sai International í Rayagada, í deilstatinum Odisha.

Tað skrivar The Telegraph.

Á sama hotelli doyði eisini Vladimir Bidenov, sum var funnin deyður á hotellrúminum tann 22. desember.

Ónevndur løgreglumaður segði við indiska NDTV at Antov helst tók sítt egna lív eftir at vinurin Bidenov doyði.

Antov var limur í flokkinum hjá Vladimir Putin og var ein av størstu pylsuframleiðarunum í Russlandi.

Hann fanst í summar á Whatsapp at missilálopunum móti Kyiv og kallaði tað fyri "terrorismu".

Stutt eftur bað Antov um umbering fyri innleggið, og segði at onkur annar hevði lagt tað út. Hann segði at hann var «ein floksfelagið hjá forsetanum og ein russiskur fosturlandsvinur» og at hann var samdur við Kreml í innrásini í Ukraina, sambært avísini.

Alexei Idamkin, russiski aðalkonsulin í Kolkata, segði sambært tíðindastovuni Tass at talan ikki var um nakað kriminelt í sambandi við deyða Antovs, skrivar Dagbladet.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo