Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fleiri altjóða miðlar skriva, at russisku myndugleikarnir hava eitt ynski um vápnahvíl frá klokkan 12 í morgin og til midnátt leygarkvøldið. Hetta hongur saman við jóladøgunum í russiskt-ortodoksu kirkjuni, og ynski er komið hagani um at fáa vápnahvíld í lag, so fólk kunnu hava frið um jólini.

Russiski forsetin Vladimir Putin hevur sagt, at har er vilji til at ganga ynskinum hjá kirkjuni á møti, men sum skilst stemningurin ein annar ukrainsku megin markið.

Har verður sagt, at russiska hyklið tekur ongan enda. Talan er um propaganda og eina møguliga fellu, og ukrainar hava als ongar ætlanir um at ganga russiska ynskinum á møti. Harumframt er russiskt-ortodoksa kirkjan fyri russisku innrásini í Ukraina.

- Her verður ongin avtala gjørd um frið, fyrr enn russisku hermenninir í hersettu økjunum fara úr Ukraina, sigur ein talsmaður fyri ukrainska forsetan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo