Leiðarin í ukrainsku fregnartænastuni, Kyrylo Budanov, sigur at Vladimir Putin eftir øllum at døma yvirlivdi eina drápsroynd.
Hann sigur hetta sambært Ukrainsku Pravda.
Og eisini fleiri aðrir miðlar skriva um hendingina, millum annað Sky News.
Upplýsingarnir hjá Kyrylo Budanov eru ikki váttaðir av nøkrum øðrum almennum keldum, skrivar norska Nettavisen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo