Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Russiski forsetin, Vladimir Putin hevur í morgun hildið talu fyri tjóðini, og í taluni segði hann millum annað, at nú verða fleiri hermenn og meira útgerð send til hersettu økini í Ukraina at stríðast ímóti ukrainska herinum.

Tað skriva fleiri miðlar.

- Eg skal gera vart við at tað bara vera teir hermenn sum eru partur av tiltaksherinum sum verða sendir avstað nú, segði Putin millum annað, og beint aftaná segði russiski verjumálaráðharrin, Sergej Sjojgu, at talan er um 300.000 hermenn sum verða sendir til Ukraina.

Vladimir Putin segði eisini í taluni, at 5.937 russiskir hermenn eru falnir í Ukraina. Amerikanska verjumálaráðið hevur áður sagt, at helst eru minst 80.000 russiskir hermenn falnir.

Russiski forsetin ávaraði samstundis eisini vesturheimin um at undirmeta Russland.

- Tit skulu vita, at vit hava nógv vápn sum vit kunnu taka til, segði Vladimir Putin millum annað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo