Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Russiski forsetin, Vladimir Putin, sigur seg onki hava ímóti, at grannalandið Ukraina, sum Russland hevur gjørt innrás í, hevur søkt um ES limaskap.

- Tað er teirra egna suverena avgerð, um tey vilja fara uppí ES, segði Vladimir Putin á eini ráðstevnu í Sankta Pætursborg í gjár.

- Tað er eitt mál fyri ukrainska fólkið, segði Putin, og legði afturat, at tað er stórur munur á at gerast limir í einum búskaparligum felagsskapi sum ES og eini verjusamgongu sum Nato.

Tað var á einum tíðindafundi í gjáramorgunin, at forkvinnan í ES nevndini, Ursula von der Leyen, segði, at ES er sinnað at geva Ukraina limaskapin, sum landið leingi hevur viljað havt, treytað av at ávísar broytingar og nýskipanir verða framdar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo