Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

– Tosið um møgulig kjarnorkuvápn í Ukraina er ein sera álvarsom provokasjón. Russland fer ikki at loyva Ukraina at fáa sær kjarnorkuvápn, sigur russiski forsetin Vladimir Putin.

Ukraina hevur ikki sagt at landið er í ferð við at fáa sær kjarnorkuvápn.

Viðmerkingin hjá Putin kemur dagin eftir at forsetin í Ukraina Volodymyr Zelenskyj nevndi eina sokallaða «sigursætlan», tá ið hann hitti europeiskar leiðarar í Brússel.

Her segði hann millum annað:

– Antin má Ukraina fáa kjarnorkuvápn, sum hevði verið okkara verja, ella mugu vit hava eina ella aðra alliansu. Burtursæð frá Nato, vita vit ikki um nakra effektiva alliansu í dag, skrivar TV2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo