- Tað er eingin vinnari í einum kjarnorkukríggi, og tí eigur tað ikki at setast í gongd, sigur Vladimir Putin sambært Reuters.
Russiski forsetin segði hetta - sambært russisku tíðindastovuni Ria Novost - í sambandi við ráðstevnu sum verður hildin í New York í august.
- Sum ein statur sum er partur av ikkispjaðingar avtaluni, fylgir Russland altíð bókstavinum í traktatini og anda. Okkara skylda í sambandi við bilateralar avtalur við USA um minking og avmarkingar viðvíkjandi relevantum vápnum, er eisini hildin, sigur Putin sambært tíðindastovuni.
Reuters skrivar at Putin sendi bræv til luttakararnar á ráðstevnuni har ikkispjaðingar avtalan verður eitt av temaunum, skrivar norska Dagbladet.
Putin says no one can win a nuclear war https://t.co/gldHh9aKx9 pic.twitter.com/DRXYTN9Rvo
— Reuters (@Reuters) August 1, 2022
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo