Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Russiski forsetin, Vladimir Putin, skal hava vitjað fleiri hersett øki í Ukraina, eitt nú sundurbumbaða býin Mariupol. Her vitjaði hann millum annað fleiri íbúðarøki, og tosaði við íbúgvarnar um, hvussu alt skuldi byggjast uppaftur..

Tað hevur ikki borið til at eftirkanna endaliga, um myndirnar av Putin í hersettu økjunum eru veruligar, men okkurt bendir á, at tað eru tær.

DR skrivar, at Vladimir Putin skal vera komin til Mariupol í tyrlu. Seinni sæst hann koyra runt í býnum í bili, og bleiv so bjóðaður inn í eina íbúð av fólki, sum framvegis búga í býnum.

Ukrainskar keldur siga, at 90% av Mariupol eru javnað við jørðina og mist 25.000 vanlig fólk doyðu undir russiska álopinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo