Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Spyrjari: Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Samskifti við donsku stjórnina um radaran

Spurningar:
1. Hvussu nógvir fysiskir fundir, telefonfundir ella talgildir fundir hava verið um radaran millum landsstýrismannin og verjumálaráðharran frá september 2019 til februar 2021?

2. Hvussu nógvir fysiskir fundir, telefonfundir ella talgildir fundir hava verið um radaran millum embætisfólk hjá føroyska uttanríkisráðnum og embætisfólk hjá danska verjumálaráðnum frá september 2019 til februar 2021? 

3. Hvør eigur sambært donsku stjórnini avgerðina, um radari skal setast upp ella ikki í Føroyum? 

4. Hevur danska stjórnin noktað fyri, at Løgtingið tekur prinsipiella avgerð um radaran? 

Viðmerkingar:
Ivi hevur verið sáddur um, um føroyska stjórnin varð kunnað um ætlanina at seta radara upp í Føroyum, áðrenn danska stjórnin legði ætlanina fram á tíðindafundi í februar 2021. 

Trine Bramsen, táverandi verjumálaráðharri, segði í svari til Sjúrð Skaale tann 8. desember 2020, at samskifti hevur verið við føroyska landsstýrismannin um radaran áðrenn tíðindafundin. Tí er umráðandi at staðfesta, um landsstýrið hevur verið kunnað um ætlanirnar við radaranum, og í øðrum lagi, hví landsstýrið ikki hevur kunnað Uttanlandsnevndina um samskiftið millum føroysku og donsku stjórnina. 

Hóast danska stjórnin fleiri ferðir alment hevur boðað frá, at føroyingar eiga avgerðina, so hevur tað eisini verið ført fram, at danska stjórnin tekur avgerðina uttan um føroyingar. 

Somuleiðis hevur verið ført fram, at danska stjórnin ynskir at seta radara upp uttan um Løgtingið. 

Tí verða hesir fyrispurningarnir settir. 

Á Løgtingi, 21. februar 2022
Aksel V. Johannesen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo