Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bilrøkt varð stovnað av Jákup á Borg í 2005, Wenzel varð stovnað av Wenzel Petersen í 1925. Nú verða fyritøkurnar um stutta tíð lagdar saman til eina stóra fyritøku, ið kann bjóða alskyns tænastur.

Virksemi hjá Bilrøkt byrjaði í 2005 við reingerð av bilum og brúktbilasølu. Jákup á Borg setti felagið á stovn og sat sum stjóri, inntil felagið var selt. 

Í fyrstuni var virksemið í gamla verkstaðnum hjá Suzuki við Varðagøtu í Havn. Her varð arbeitt við at reingerða bilar fyri kundar, umframt søla av brúktum bilum. Tað gjørdist skjótt greitt, at hølini vóru ov trong. Bilrøkt flutti síðan í munandi størri hølir í Pedda við Steinsgøtu eftir hálvt annað ár við Varðagøtu. Hesi hølini blivu nýtt í hálvt annað ár, tá flutt bleiv út í Stiðjagøtu, har Bilrøkt hevur hildið til síðani tá.

Fyri Wenzel var alt virksemi samlað úti í Bakka til 1970, tá bilasølan og bilverkstaðurin fluttu í nýggjan bygning við Oyggjarvegin. 20 ár seinni, í 1990, flytur mekaniski verkstaðurin eisini í nýggjan bygning við Oyggjarvegin og í 1993 verður virksemi flutt út á Akranesgøtu, har tað enn heldur til í dag.

Tann 10. oktober 2006 keypti Gunnar Justinussen P/F Wenzel og 22. desember 2017 valdi Gunnar Justinussen at selja P/F Wenzel til Rúna Djurhuus.

Í 2022 keypti Rúni Djurhuus Bilrøkt og er ætlanin næstu mánaðirnar, at leggja P/F Wenzel og Bilrøkt saman til eina stóra fyritøku, ið kann bjóða alskyns tænastur og taka í móti alskyns bilmerkjum.

01. mars 2021 stovnaði P/F Wenzel eina deild ið kallast Quick Service, sum avgreiðir - saman við verkstaðnum - skund service uppgávur, so sum eftirlit, oljuskift, bremsur, dekk, útstoyt, undirvogn - her undir stýrilið, upphangskúlur, fjarðar, búsningar, leiðir, tannstong - kamreim á flest øllum merkum, umvæling og góðkenning av sýnseðlum, lykt-kanningar og peruskift, ja flest allar mekaniskar umvælingar. 

Hetta er byrjanin av stóru samleggingini hjá feløgunum báðum og sum liður í hesum, er handan deildin nú flutt oman í gomlu hølini hjá Bilrøkt á Stiðjagøtu 3. 

Heðin Weihe - leiðari á Quick Service - og hansara menn eru frá í dag, týsdagin 04.apríl, klárir og spentir til at taka ímóti kundum, í nýggju hølunum hjá Quick Service á Stiðjagøtu 3. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo