Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin á fólkatingi: Spenta støðan í heiminum hevur við sær, at størri trýst verður lagt á smá lond at velja síðu. Men eisini at virðir fara at fylla meira í uttanríkis- og handilspolitikki.

Eiga vit at velja ávísar marknaðir frá? Hvat hendir, tá vit drepa springarar? Hvussu týdningarmikil eru virðir, ella at Russland fer í kríggj? Og hvørjum londum skulu vit fylgjast við?

Hesi evni verða lýst á ráðstevnu á Hotel Føroyum mikudagin 4. mai kl. 15.00-17.30. Eftir framløgurnar verður politiskt kjak. Sí niðast fyri tilmelding.

Skrá
• Small-state alignment with big powers: Picking the ride side?
Baldur Thorhallsson, professari og leiðari fyri deildina ”Small State Studies” á Universitetinum í Íslandi

• Hvat halda føroyingar um Føroyar og heimin?
Heini í Skorini, ph.d. og lektari á Fróðskaparsetri Føroya

• Viðbreknir búskapir og ekstern sjokk: Russland og springarar
Malan Óladóttir á Dunga, búskaparfrøðingur

• Útflutningsvinnan og marknaðaratgongdin
Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum

• Sig mær, hvørjum tú fylgist við, og eg skal siga tær, hvør tú er
Theodor Eli Dam Olsen, prestur

• Politiskt kjak: Bjørt Samuelsen, Aksel V. Johannesen og Árni Skaale, fiskimálaráðharri

Orðstýrari: Brynhild Thomsen

Tað er Javnaðarflokkurin á fólkatingi, sum skipar fyri. Ráðstevnan er almenn og ókeypis. Tó er neyðugt at melda seg til í seinasta lagi mánadagin 02. mai við at senda ein teldupost á jf@ft.dk ella trýsta á "luttekur" undir tiltakinum á facebook: https://www.facebook.com/events/665364298052284  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo