Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna:  Heilsuhjálparafelag Føroya skipaði í morgun fyri almennari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, um sálarheilsuna á arbeiðsplássinum. Yvirskriftin var “Í Hond og Ond! Ein ráðstevna um sálarheilsu á arbeiðsplássinum.”

Nú eldraøkið hevur verið kommunalt síðan 1. januar 2015, og sálarliga arbeiðsumhvørvið er komið í føroyska lóggávu, ynskti Heilsuhjálparafelagið at taka pulsin av støðuni.

Eldraøkið hevur stórar avbjóðingar við rekruttering av starvsfólkum og at fasthalda starvsfólkum, og tí er neyðugt at venda sjóneykuna á tað sálarliga arbeiðsumhvørvið og fáa lýst tað fakliga væl og at finna loysnir.

Leiðandi serfrøðingar og lyklapersónar í føroyska og danska heilsuverkinum, har ímillum borgarstjórin í Havn, viðgjørdu evnið.

Mary Anthonsdóttir beyð vælkomin og Heðin Mortensen, borgarstjóri, setti ráðstevuna. Aftaná helt danski sálarfrøðingurin, rithøvundurin og kendi fyrilestrarhaldarin, Helen Eriksen, fyrilestur við evninum “ frá forráan og sjúkramelding til trivna og sunt arbeiðsumhvørvi”.

Torbjørn Klitmøller Hollmann, formaður fyri sosial- og heilsugeiran, limur í politisku leiðsluni í FOA, helt síðan fyrilestur um nýggja eldralóg í Danmark, og um betri trivna fyri starvsfólk og umsorgan fyri borgarunum.

Heri á Rógvi helt fyrilestur um sálarliga arbeiðsumhvørvið, Per Lange. Fakligur stjóri í FOA, helt fyrilestur um trípartasamstarv og Erika Hayfield helt fyrilestur um umsorgan og fakliga viðurkenning.

Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, helt fyrilestur, hann kallaði “Skít og míg og traðka uppí – tað tú sár er tað tú heystar”. Og at enda helt Mona Maria úr Fugloy, sjúkrarøktarfrøðingur, fyrilestur um sárligt arbeiðsumhvørvi og trivna sum samskapan og felagsskap.

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo