Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Seinastu tíðina hevur fosturtøkukjakið koyrt í Føroyum; um lógin frá 1956 skal dagførast, og hvussu hon skal tað.

Í dag hoyra vit um eina undirskriftainnsavnan hjá Amnesty, ið krevur fría fosturtøku í Føroyum.

Fríggjadagin skipar Javnaðarflokkurin á Fólkatingið í Danmark fyri tiltaki um fosturtøkulógina í Føroyum.

Stóra slagorðið hjá teimum, ið ynskja fría fosturtøku er, at kvinnur skulu hava ræðið á egnum kroppi, hóast eitt barn í móðurlívi er sín heilt serstaki kroppur.

Men hvussu kanst tú fáa rætt til egnan kropp, um tú ikki hevur rætt til lívið?

Hvussu kanst tú fáa rætt til allar teir møguleikar, ið lívið hevur at bjóðað, um tú ikki fært rætt til at liva?

Í mínum hugaheimi er rætturin til lív tað mest grundleggjandi mannarættindi, ið vit hava.

Tann rætturin skal eisini verjast.

Gamaní er verandi lóg gomul og eisini ógreið á fleiri økjum, ið kann vera óheppi fyri tey, ið skulu umsita lógina.

Men ein modernisering merkir ikki ein liberalisering.

Lat okkum tryggja rættin til lívið, eisini hjá tí ófødda barninum.

Beinir Johannesen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo