Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Ragna Laksáfoss er sett í starv sum dygdarmennari í Heimatænastuni í Vágum.

Ragna hevur útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur, demenssamskipari og er kandidatur í fólkaheilsu.

Í tøttum samstarvi við leiðslutoymið  og starvsfólkum verður uppgávan hjá dygdarmennaranum at skipa og menna innanhýsis undirvísing í heilsu- og sjúkrarøkt, smittuvandum, sjúkufyribyrging, heilsufremjing, endurmenning og demens. 

At tora at ganga nýggjar leiðir er neyðugt og samstundis tryggja, at tænasturnar í Vágum eru grundaðar á granskingarúrslit, sum hóska til tað føroyska samfelagið.Við hesum uppbyggja vit eitt lestrarumhvørvi fyri starvsfólk, lesandi og næmingar.

Vísandi til demensætlanina 2015 skal demensøkið í Vágum mennast og verður tilgongdin ”tað demensvinarliga samfelagið” byrjað, sum eisini inniber, at undirvísa avvarðandi og seta avvarðandi bólkar í gongd.

Dygdarmennarin skal eisini byrja at skipa og menna sjálvboði arbeiði í Vágum. Tað eru fólk, ið hava yvirskot av lívsgleði, nærveru og innlivingarevni, sum vilja deila hetta við onnur. Ein sjálvboðin innan eldraøkið skal vera ein partur av felagsskapinum, og neyðugt er við vegleiðing í mun til uppgávurnar.

Tørvur er á sjálvbodnum til at ganga túrar, fara til mentanarlig tiltøk, á møtir og kirkju, handaligar uppgávur ella bara vera nærverandi. Einsemi kann verða stórt hjá mongum, og sita nøkur bara og bíða eftir, at telefonin ringir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo