Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Sp/f Giljanes Bussar: Sp/f Á Giljanesi er ein gomul fyritøka. Fyritøkan byrjaði heilt afturi í 1953, stovnað av Finn Joensen. Hendan fyritøka hevur havt bæði lastbilar, bussar og vallaraheim.

Í 1976, kom Niels Olgar Joensen, sonur Finn, uppí fyritøkuna, eftir at hava koyrt í ferium síðani 1973.

Niels hevur trúðliga fyngist við alla hesa koyring. Í 2011 seldi hann lastbilarnar og hevði so bussar og vallarheim eftir. Í 2016 seldi hann vallaraheimið og fór tá bert at hugsavna seg um busskoyring.

Tíðin gongur, og Niels yngist ikki, hann ynskjur at hava betri stundir til ymiskt, sum busskoyringin ikki ordliga loyvur honum. Niels hevur leingi havt ein dreym um at ferðast meira og hugsaði um at selja longu fyri 3 árum síðani. Men nú er so tíðin komin. Samráðingar hava verið við eini hjún í Miðvági, og eru hesar samráðingar nú blivnar til eina endaliga sølu. 

Niels kemur tó at hava 1 buss eftir sjálvur, til skúlakoyringina í Vága kommunu.

Tí frá 1. oktobur yvirtaka Ragnar og Joan Edvør Jacobsen fyritøkuna og kemur felagið framyvir at eita “Sp/f Giljanes Bussar.”

Felagið kemur framvegis at koyra við sínum eyðkenda liti á bussunum, gulir við reyðum strípum. Harafturat fer GRØNI eisini at koyra víðari. Nýggju eigarnir gleða seg til at byrja uppá virksemi. Eisini vil Sp/f Giljanes Bussar takka Niels Olgar Joensen fyri hendan møguleikan.

- Við hesum ynskja vit at hava eitt framhaldandi gott samstarv við kundarnar, sum eisini brúktu gomlu fyritøkuna, og nýggir kundar eru vælkomnir, siga nýggju eigararnir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo