Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Úrslitið í fjør hjá Sjógæti á Norðskála gjørdist hall uppá 6,3 mió kr. Tað er munin verri enn árið fyri, sum heldur ikki var nakað gott ár, tá gjørdist úrslitið hall uppá 1,2 mió kr.

Úrslitið skal finnast í einum bruttovinningi, sum tódnaði ógvusliga, úr 13,6 mió kr í 2020 til 6,9 mió kr í fjør. Tað eydnaðist ikki at minka útreiðslurnar samsvarandi, til dømis minkaðu starvsfólkaútreiðslurnar, sum er størsti sjónligi posturin, bara við tveimum milliónum krónum, og endaði á 12 mió kr.

Leiðslan er fáorðað um orsøkina til vánaligu gongdina. Men hon sigur seg vænta, at við gjørdum avtalum og um- og nýskipanum komandi árini fer raksturin at hanga saman.

Fíggjarstøðan javnvigar við 18 mió kr, men eginognin er negativ við 4,8 mió kr. Tó er gjaldførið rættuliga gott, felagið átti 5,5 mió kr á bók við ársbyrjan.

Hans Marius í Byrgi er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo