Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri annan ársfjórðing 2020 var 181,9 milliónir krónur. Samlaða tøkan var 20,9 túsund tons í kruvdari vekt, harav 12,9 túsund tons vórðu tikin í Føroyum og 7,9 túsund tons í Skotlandi.

Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 134,4 milliónir krónur, harav aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 85,8 milliónur krónur.

Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarúrslit á 28,8 milliónir krónur. Samlaða tøkan var nakað størri, og hækkaði hetta um rakstrarúrslitið hjá aligeiranum.

Liðugvøruframleiðslan hevði eitt rakstrarúrslit á 48,6 milliónir krónur, og rakstrarúrslitið (EBITDA) av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 49,9 milliónir krónur.

Úrslitið eftir skatt fyri annan ársfjórðing hjá Bakkafrost samtakinum var 471,7 milliónir krónur í mun til 188,6 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

- Hóast umstøðurnar hava verið truplari, so fegnast vit um, at felagið hevur havt positiv úrslit fyri allar geirar, bæði í liðugvøruframleiðsluni, á Havsbrún og í alingini á sjónum í Føroyum og í Skotlandi. Eisini fegnast vit um, at starvsfólk okkara ikki hava verið rakt av farsóttini og framhaldandi at kunna veita eina sunna og heilsugóða vøru til okkara kundar. Vit eru serstakliga nøgd við góða úrslitið í liðugvøruframleiðslugeiranum, sum í hesum ársfjórðingi hevur havt størri framleiðslumongd enn nakrantíð áður.  Vit vænta at farsóttin fer at hava avbóðingar við sær á altjóða laksamarknaðinum. Ilt er at meta, hvussu leingi og í hvussu stóran mun hetta fer at ávirka marknaðin. Vit meta tó, at útlitini eru góð, tí farsóttin hevur ikki broytt veruleikan, at heiminum framyvir tørvar vaksandi mongd av heilsugóðum og burðardyggum mati, sum laksur jú er, sigur Regin Jacobsen, stjóri.

Orsakað av óvissuni, ið stendst av koronafarsóttini, hevur nevndin í Bakkafrost áður avgjørt at útseta avgerðina um útlutan av vinningsbýti fyri 2019 til 25. august 2020, tá ið hálvársroknskapurin verður lagdur fram, og óvissan væntandi var minkað. Nevndin hevur nú staðfest, at óvissan framhaldandi er høg, og at nevdin tískil ikki fer at leggja fram uppskot um at gjalda vinningsbýti fyri 2019.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo