Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Klaksvíkar Sjúkrahús: Í sambandi við eitt størri umvælingararbeiði, verður neyðugt at steingja rannsóknarstovuna í nakrar dagar. Nýggj skipan til inniluft verður sett upp og hetta arbeiðið dálkar illa, tí tað millum annað verður borað ígjøgnum veggir.

Arbeiðið hevur verið í gongd í eina tíð, og vit hava hesa tíðina havt ein part av okkara arbeiði í øðrum hølum. Men nú skal arbeiðið gerast inni á sjálvari rannsóknarstovuni, har okkara stóru kanningartól eru. Hesi tól tola ikki støvið, ið kemur av hesum arbeiði og mugu tí dekkast til. Hetta viðførir, at vit ikki fáa gjørt allar tær kanningar, ið vit vanliga gera.

Okkara stóru tól fylla nógv og geva eisini nógvan hita frá sær. Verandi inniluftskipan orkar ikki longur at halda hitanum á røttum støði, so vit gleða okkum til nýggja skipanin er klár at brúka og harvið gevur okkum betri inniluft.

Vit biðja orsaka fyri alt órógvið av hesum, vónandi verður tað ikki alt ov leingi afturat. Víst verður í hesum tíðarskeiði til rannsóknarstovuna á Landssjúkrahúsinum, har til ber at fáa tikið blóðroyndir og EKG gerandisdagar frá kl. 8-14. Inni á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum ber til at bíleggja sær tíð til blóðroyndir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo