Dirvi er tign undir trýsti
- Ernest Hemingway

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heilsufrøðiliga Starvsstovan: Kanningarúrslit hava víst, at tveir ravnar, sum vóru funnir í Leynum, vóru smittaðir við fuglakrími av variantinum H5N5.

Hetta týðir á, at hóast vit ikki síggja deyðan fugl í hópatali, eins og tá smittan var hjá skúgvi og súlu, so er smittan at finna hjá villum fugli í Føroyum. Sannlíkt finst sjúkan hjá fáum fuglum og eftirsum ravnur etur deyðan og sjúkan fugl, er hann í serligum smittuvanda í mun til fuglakrím.

Vit vilja tí endurtaka áminningina frá juli í ár um at ansa eftir fuglakrími.

Hvat kann gerast fyri at tálma smittuvandanum hjá tamfugli?
Eigarar av tamfugli eiga at taka fyrilit, fyri at verja fuglin ímóti smittuni.

Um tamfuglur verður fóðraður innandura ella undir taki, verður minni av villum fugli drigin til økið, og smittuvandin verður tá munandi lækkaður. Fótbúnaður kann eisini lættliga verða dálkaður av t.d. fuglaskarni ella øðrum frá villum fugli, og tí verður eisini rátt til at reinsa fótbúnaðin, áðrenn og aftaná farið verður út í t.d. høsnarhús og inngirðingar. Annars vilja øll tiltøk, ið skerja sambandi millum tamfugl og villan fugl og økir har villur fuglur heldur til, føra til at smittuvandin verður tálmaður.

Hevur tú verið á fugleveiðu ella í flogfenahaldið uttanlands, eigur tú at halda teg burtur frá flogfenahaldum í Føroyum í minst 48 tímar eftir hetta, fyri at tryggja at tú ikki ber smittu við til føroyska flogfenahaldið.

Áheitan til almenningin
Heitt verður á fólk um at siga Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá, um komið verður fram á sjúkan ella deyðan fugl. Hetta er galdandi, um komið verður fram á nakrar (4-5) sjúkar ella deyðar antarfuglar í einum avmarkaðum øki, ella um komið verður fram á fleiri aðrar deyðar fuglar í einum avmarkaðum øki. Eisini skal sigast frá, um deyður rovfuglur verður funnin nærhendis øki, har nógvur antarfuglur heldur til.

Tað er ikki neyðugt at boða frá fugli, ið er deyður av skaða ella raki, ella fugli, ið er uppetin ella rotin.

Heilsufrøðiliga starvsstovan metir í hvørjum einstøkum føri, um neyðugt er at gera nærri kanning av fuglunum. V egna vanligan smittuvanda verður heitt á fólk, um ikki at nerta við sjúkan ella deyðan fugl. Tó, um so er at deyður fuglur er til ampa, t.d. í túni ella á gøtu, eigur hann at vera burturbeindur við at taka hann varisliga í ein plastposa uttan at nerta við fuglin. Fuglurin kann burturbeinast sum vanligt húsarhaldsburturkast.

Fuglakrím hjá fólki
Sambært World Organisation for Animal Health, WOAH, hava 75% av nýggjum sjúkum hjá fólki uppruna frá djórum. Hetta er ein av orsøkunum til, at tað er umráðandi at hava tamarhald á djórasjúkum sum fuglakrími, og at myndugleikar fyri fólkaheilsu og djóraheilsu samstarva á hesum øki.

Sannlíkindini fyri, at hetta slagið av fuglakrími smittar fólk eru tíbetur framvegis sera lág, men tað kann koma fyri. Smitta við fuglakrími er so at siga einans millum fugl, men súgdjór kunnu eisini gerast sjúk. Fráboðanir hava verið um rev, mink, kóp og onnur djór, sum kunnu hugsast at hava etið sjúkan fugl. Í vár kom eisini fráboðan um neyt í USA, sum vórðu smittað. Við neytunum er eisini staðfest smittað millum neyt og einstakir tilburðir frá neytum til menniskju. Enn er ikki staðfest smitta við hesum slagnum av fuglakrími frá menniskja til menniskja.

Fuglakrímvirus er viðbrekið og kann lættliga basast við vanligum reinføri, sum drepur virus. Sjúkraeyðkenni er sum við vanligt influensa; hosti, fepur, vøddapína og eygnabruni. Onkuntíð lungnabruni og leyst lív. Fyri ein av variantunum, H5N1, kunnu meira álvarsligar fylgir verða og í summum føri deyðsfall.

Fuglakrím kann viðgerast við sonevndum antiviralum heilivági, og ein vaccina er ment, um ein epi- ella pandemi skuldi komið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo