Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sunnudagin 29. oktober skipar Sankta Ólavs kirkjulið í Keypmannahavn fyri temadegi um reformatiónina.

Tiltakið er lagt til rættis  við heitinum  ”Reformatiónin – árin og áhugi í okkara tíð”. Tað verður í Føroyahúsinum á Vesterbrogade 17A í Keypmannahavn og byrjar kl. 14.00. Tað er liðugt í seinasta lagi kl. 16.30.

Hetta tiltakið er í samband við, at 500 ár eru liðin, síðani Martin Luther kunngjørdi teir 95 setningarnar, ið seinni gjørdust grundarlagið undir reformatiónini. Endamálið við degnum er at varpa ljós á ta ávirkan, ið reformatiónin hevur havt á okkara tíð og hyggja eftir, hvønn áhuga og relevans reformatiónin hevur í dag.

Temadagurin verður skipaður við stuttum fyrilestrum við hvør sínum evni. Fýra fólk við ymsum fortreytum sita við pallborðið. Hvørt evni verður viðgjørt, sum tað sá út fyri 500 árum síðani og eftir hetta við nútíðareygum. Hevur hetta evnið áhuga í okkara tíð? Hevur tað ávirkað samfelag ella tankar hjá okkum, sum nú, 500 ár seinni, búleikast í Europa? Høvi verður at seta pallborðsluttakarunum spurningar og skifta orð við teir um evnið.

Luttakaranir eru:

⦁    Hans Andrias Sølvará, dekanur, Ph.d., undirvísingarleiðari í søgu: Reformatiónin – siðaskiftið.
Um tann týdning reformatiónin fekk fyri menningina fram ímóti tí verðsliga, fjølbroytta og tollynta samfelagnum, sum er kent vestanfyri í dag.

⦁    Jákup Reinert Hansen, Ph.d., lektari í kirkjusøgu: Reformatiónin – religiøs praksis.
Reformatiónin í Føroyum varð vovin inn í gerandisdagin hjá fólki, serliga heima við hús, við frálæru, lestri, bøn og sálmasangi. Hetta var tað almenna prestadømið. Hvønn týdning hevur tað almenna prestadømið í dag?

⦁    Borgny Brünings-Hansen, prestur, og Erla Højsted, sálarfrøðingur:

Stríðið at fáa góðkenning frá Guði – og øðrum menniskjum.
Hvussu finni eg ein náðigan Guð? Henda spurningin stríddist Luther við í kleystrinum. Hann trúði, at ein serligur levnaður má vera fyri at verða góðtikin av Guði. Henda leiðin førdi tó ikki Luther nærri tí Guði, sum hann leitaði eftir. Enn leita menniskju eftir eini lívsførslu, sum kann fáa tey at kenna, at tey eru góðtikin.

Hvørjar leiðir ganga vit, og hvørjar spurningar seta vit fyri at finna svar?

Link til Facebook-event fyri tiltakið: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo