Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fyrr í dag skrivaði VP eina søgu frá bretska miðlinum Indipendent, um ein flaka hjá alifyritøkuni Bakkafrost, sum fórst í ódnarveðri fyri ári síðini.

Greinin legði upp til, at Bakkafrost so at siga einki hevði gjørt í sambandi við flakan, sum var komin at liggja inni á eini vík í Skotlandi til fortreð hjá teimum lokalu.

Sagt var, at hann luktaði sum rotin egg, og at hesin luktur kundi gerast skaðiligur fyri heilsuna hjá borgarunum á staðnum.

Men Regin Jacobsen, stjóri í stórfyritøkuni Bakkafost, er ikki heilt samdur í tí, sum ført var fram í greinini, tí Bakkafrost hevur gjørt alt sum gerast kann fyri at fáa flakan í drift aftur.

 - Upprunaliga so gjørdu vit avtalu við eina fyritøku um at bjarga flakanum, sum lá á 30 metra dýpi fullur av fóðri, men teir sum skuldu gera hetta arbeiðið lupu frá avtaluni, so vit mátti sjálvir fara undir arbeiðið at fáa flakan upp á turt.

- Tá ið vit høvdu fingið flakan upp, var staðfest at einki var farið úr honum, og farið var so undir at tøma flakan.

- Vit fingu so loyvi at seta flakan inn á hesa víkina, sum er nevnd í greinini, so farast kundi undir at reinsa hann, áðrenn hann skal setast í standa aftur.

- Og vit rokna við, at flakin verður klárur at taka í brúk aftur um nakrar vikur, sigur Regin Jacobsen, sum metir, at talan hevur verið um eina sera væleydnaða bjarging.

Spurdur, hvussu nógv henda bjarging hevur kostað Bakkafrost, sigur stjórin, at hon hevur kostað fleiri ferðir tað, sum flakin kostaði at byggja.

Les eisini:

"Eitrandi" aliflaki liggur enn á vakrari skotskari vík

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo