Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Regnmet verða sett allastaðni, og nú siga granskarar at talan er ikki bara um meira regn sum er orsøkin.

11. apríl regnaði yvir 300 millimetrar í Durban í Suður-Afrika í 24 tímar. Hetta var nógv meira enn onnur met.

Jólaaftan í fjør regnaði í Salvador í Nahia, Brasil, yvir 250 millimetrar í eitt døgn.

4. oktober í fjør regnaði tað í 12 tímar 740,6 millimetrar í Rossiglione, Italia. Hetta var nýtt evropeiskt met.

Til samanberingar kunnu vit nevna, at mesta regnið, sum vit vita um í Havn, var í 2011. Tá regnaði tað tilsamans 2.259 mm alt árið. Men í 1972 regnaði tað minst, bara 681 mm.

Ein frágreiðing til óvanliga regnið er veðurlagsbroytingarnar, at klótan gerst heitari: Meiri hiti, meiri fordamping, meiri regn.

Men nú hava granskarar funnið at tað eisini er hent okkurt við hvar og nær tað regnar.

Les meira her

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo