Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Summar Festivalurin: Poppsangarin Reiley er helst kendasti føroyski tónleikarin í løtuni. Hann hevur seinnu árini fingið risastóran fjepparaskara kring allan heimin, og luttøka hansara í heimsins størstu sangkapping, Eurovision, hevur givið honum umrøðu og umtalu, sum eingin føroyskur tónleikari áður hevur fingið.

Tað var bragd av teimum heilt stóru, at Reiley vann sær pláss í europeisku Eurovision kappingini, og hann hevði flotta og fangandi framførslu á pallinum í Liverpool, haðani framførslan var sjónvarpað til hundraðtals milliónir hyggjarar kring heimin.

Reiley er dugnaligur og kreativur tónleikari, sum skrivar fangandi poppsangir, syngur, dansar, framførir og skapar sítt egna úttrykk við litum og ljóði. Hann hevur sáttmála við kenda amerikanska plátufelagið Atlantic Records, sum eisini hýsir heimsstjørnum sum Ed Sheeran, Bruno Mars, Cardi B og Kelly Clarkson. Reiley er eitt heilt serstakt talent, sum er komin langt í altjóða tónleikavinnuni og kann koma enn longri næstu árini.

Reiley hevur longu hittað við sangum sum "Let It Ring", "Breaking My Heart", "Blah, Blah, Blah", "Superman" og "Moonlight", og fleiri góðir sangir eru í væntu frá honum.

Í august spælir Reiley á Summar Festivalinum í Klaksvík. Landsins størsti tónleikapallur á Vágsbø er sum gjørdur til størstu føroysku poppstjørnuna, og ung sum gomul fáa har møguleikan at uppliva gávaða sangaran og hansara litríka show.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 3. til 5. august. Á midnátt í kvøld hækkar prísurin á vikuskiftispassum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo