Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Vestmanna kommuna sóknast eftir tveimum dugnaligum reingerðarfólkum.

  • Ein til Kongskjallaran (frítíðaransingin) at arbeiða 2 tímar um dagin aðru hvørja viku.

  • Eitt barnsburðarfarloyvisstarv til Havnaskrivstovuna og almennu vesini at arbeiða tveir tímar um dagin í eitt ár.

Um størvini

  • Starvið í Kongskjallaranum inniber alla dagliga reingerð av frítíðaransingini.

  • Starvið á Havnaskrivstovuni og almennu vesunum inniber alla dagliga reingerð av Havnaskrivstovuni og almennu vesunum undir havnaskrivstovuni, í kirkjugarðinum og inni á Fjørð.

Førleikakrøv
Vit vænta at umsøkjarin:

  • Er blíð/ur, fyrikomandi og møtir væl upp.

  • Er álítandi og ágrýtin.

  • Hevur góð samstarvsevni, er hjálpsom/samur og dugur at arbeiða sjálvstøðugt.

  • Er røkin, og sær hvar tørvurin er.

  • Royndir innan reingerð kunnu vera ein fyrimunur men ikki eitt krav.

Setanar- og lønarviðurskifti

  • Starvið í Kongskjallaranum verður sett frá 15. august 2024.

  • Barnburðarfarloyvisstarvið á Havnaskrivstovuni og Almennu vesunum verður sett frá 17. juli 2024 og eitt ár fram.

Talan er um tímalønt størv, sum verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Fleiri upplýsingar um starvið
Eru spurningar viðvíkjandi størvunum, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Rúnu Ingunardóttir, kommunuskrivara, á tlf. 770 102

Umsókn og freist
Skrivlig umsókn saman við lívsrensli og møguligum viðmælum skal sendast við telduposti til starv@vestmanna.fo. Viðmerk hvat starv tú ynskir við at skriva “Kongskjallarin” ella “Havnaskrivstovan”, tá ið tú sendur umsóknina.

Umsóknir skulu vera Vestmanna kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin 26. juni 2024 klokkan 12:00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo