Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Reinhaldið á føroysku virkjunum er sum heild í lagi (tilvildarlig savnsmynd).

Reinhaldið á føroysku virkjunum er sum heild í lagi (tilvildarlig savnsmynd).

Tað er sum heild nóg gott.

Hjá 85 prosentum av virkjunum, har eftirlit var, vóru viðurskiftini í lagi.

Men hjá 12 prosentum av virkjunum vóru manglar staðfestir, og hjá 4 prosentum var tað so mikið álvarsligt, at reinhaldið ikki var mett at vera nøktandi.

Matvørudeildin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni skrivar í frágreiðingini frá átakinum, sum var gjørt í seinnu helvt av 2020, at tilsamans vóru 26 av teimum tilsamans 30 fiskavirkjunum í Føroyum kannað.

- 12 virki fingu onga viðmerking frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni; hetta merkir, at øll viðurskifti vóru í lagi. 4 virki fingu fyrisitingarlig boð, sum merkir, at nøkur viðurskifti ikki luku lógarkrøvini og hesi skulu lúkast beinanvegin. Íalt 19 áminningar vóru latnar 12 virkjum, stendur í frágreiðingini.

Í niðurstøðuni stendur, at samsvar er ikki altíð ímillum tað sum virkið lýsir í innaneftirlitinum, og so tað ið verður gjørt.

Øll kanningin kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo