Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: Ein ørgrynna av møguleikum liggja í góðu taluni.

Slíkar talur hava strategiskar møguleikar – men so mást tú duga tungusnild. Og skilja sambandið millum leiðslu og leiðaratalu. Tað er eitt handverk at læra at halda munagóðar leiðaratalur: Við ástøðiligum innliti, cases og praktiskari venjing gevur skeiðið 6. og 7. november nútímans leiðaranum, almennum og privatum, eina innleiðslu í góðu leiðarataluna. 

Hvønn er skeiðið til
Skeiðið er til allar leiðarar, bæði almennar og privatar: leiðarar í stórum og smáum fyritøkum, bólkaleiðarar, leiðarar í heilsuverkinum, skúlaleiðarar og leiðarar innan løgreglu og umsiting. Politiskir leiðarar og óformlig fyristøðufólk í feløgum, rørslum og sjálvbodnum felagsskapum. Øll sløg av avgerðartakarum, sum skulu seta fólk í gongd og fyri teg, sum hevur áhuga í evninum.

Undirvísarar | 2 tungir dreingir
Jonas Gabrielsen, Ph.d. frá CBS, í dag lektari í retorikki á RUC. Jonas hevur sergrein í leiðsluretorikki, og í fleiri ár hevur hann undirvíst virkandi leiðarum í inn- og útlandi. Hann hevur fingið árligu undirvísingarvirðislønina frá CBS fyri miðlan. Hann hevur skrivað bøkur og greinir um Retorik, og í 2014 gav hann út tekstasavnið ‘Ledere, der taler – Taler, der leder’ (Frydenlund Academic).

Kell Jarner Rasmussen, hevur lisið retorikk við Universitetið í Keypmannahavn. Hann er adm. stjóri í Rhetor. Kell hevur síðan 2001 undirvíst, ráðgivið og vant leiðarar í retorikki, og skrivað røður fyri toppleiðarar í danska vinnulívinum og yrkisrørslunum. Hann er dómari í altjóða røðuvirðislønini Cicero Speechwriting Awards.

Tekning HER ella á www.synergi.fo

Pláss er bert fyri 16 luttakarum. Fá pláss eru eftir! 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo