At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: Kom og lær teg næsta stigið í Revit. Sera góður lærari, sum fekk heili 10,7 í eftirmeting seinast.

Undirvísarin Niels Ole Christiansen hevur seinastu 5 árini undirvíst á bygningskonstruktørútbúgvingini í Aarhus, har hann hevur ábyrgd av BIM og Revit. Nú arbeiðir hann á VIA University College, ið er størsti proffessiónsháskúli í Danmark. Hann hevur skrivað bókina "Conceptual Building Design and Basic BIM Architecture 2015", sum er ein uppslagsbók, sum tekur lesaran ígjøgnum tær fyrstu modelleringsfasurnar í einum bygningi.

Luttakarar frá seinast:

"Undirvísarin dugdi væl, góð balanca millum teori 
og at royna sjálvur, fingu útleverað nógv gott tilfar."

"Alt var gott."

"Skeiðið var super og undirvísarin visti hvat hann tosaði um. 
Hann fær topp karakter."

Tú lærir tú at nýta forritið á víðkaðum støði. Arbeitt verður bæði teoretiskt og praktiskt, soleiðis at hvør einstakur skal fáa so nógv burturúr sum til ber. Á skeiðinum arbeiða vit við at útvikla BIM-modellið við meiri detaljum, til at brúka í projektering og presentatiónstilfari.  Undirvísingarformurin er ein blandingur av uppleggum frá undirvísara og venjingum í mun til skeiðstilfarið.

Skeiðið er eitt samstarv millum Synergi og VIA University College í DK.

Bert 3 pláss eru eftir – max 10 kunnu luttaka. Tilmelding HER! ella á www.synergi.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo