Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Vit kristnu mega fáa kraft úr tí høga til lív og vøkstur. Vit, ið trúgva á Jesus, møðast á leiðini, tá ið eitthvørt ikki vignast, ella geingið er niðan brekkuna. Okkum nýtist at fylla á tangan ella verða áfylt við varandi andaligari orku.

Trúnni tørvar í fyrstu atløgu hvørki svarta ella grøna orku. Trúnni tørvar ta orku, ið er Jesu Kristi reinsandi blóð. Tað er í sáttargerð Jesu Krists við deyða og uppreisn, at vit fáa kraft til at vera Guðs børn í anda og sannleika.

Tað er trúnni altumráðandi, at vit hava olju á lampuni. Skilagott er at hava nakað av olju niðurfyri í kannum og kørum. Støðan líkist henni, ið vit kenna frá tilverunnar og samfelagsins skiftandi lyndi við atliti av goymslum av orku.

Login, ið lýsir, og eldurin, ið er kyndur, mega framhaldandi lýsa og loga. Um login sløknar, tekur myrkrið yvir. Um eldurin doyr út, sita vit køld.

Í kirkjuni hava nevndu fyribrigdi beinleiðis ávirkan á viðurskiftini. Okkum tørvar ljós og hita. At sita í myrkri er troyttandi. Húsakuldi ávirkar umstøðurnar og lívið innanveggja. Fyribrigdini kunnu sum myndatala flytast inn á tað andaliga økið.

Líknilsið greinar sjónliga munin millum tær tíggju moyggjarnar, ið allar ætlaðu sær at møta brúðgóminum. Líknilsið staðfestir, at tað loysir seg at liva tilvitað og umhyggin. Líknilsið vísir, at tað ikki einvíst gagnar at fylgja rákinum ella fjøldini.

Tær tíggju moyggjarnar fóru út at taka ímóti brúðgóminum. Í hesi ætlan eru tær líkar. Men brúðgómurin dvøldi við at koma. Tyngd kom á tær allar, og tær sovnaðu. Somu kor og umstøður, men tilbúgvingin var øðrvísi.

Um midnáttarleitið kemur róp í: “Sí, nú kemur brúðgómurin! Farið út at møta honum!” Moyggjarnar vaknaðu og fóru at gera lampur sínar til.

Rópið, at brúðgómurin var í nánd, avdúkaði, at moyggjarnar vórðu bólkaðar í tvinni hold. Fimm umhugsnar moyggjar, ið høvdu olju í kannum sínum afturat lampum sínum. Fimm vóru tilbúnar at møta framtíðini, um eitthvørt óvæntað kom á. Hinar fimm vóru farnar av húsum uttan nakra oljukannu eyka.

Munurin á moyggjunum var loksins stórur. Tá ið róp kom í, var tað ov seint at gera seg búnan. At fáa olju til vega tekur tíð, og tíðin hevur alt at siga, tá løtan er komin.

Tær fimm hygnu fóru við brúðgóminum inn til brúdleyps, og dyrnar vórðu latnar aftur. Hinar fimm, ið ikki høvdu tikið við sær eyka olju, komu á stongdar dyr.

Vit eru eru á ferð móti tí himmalska heimlandinum. Meðan vit dvølja í tí jarðiska tørvar okkum, ið trúgva á Jesus, orku. Orkukelda teirra trúgvandi er Bíblian og tær heilagu skriftirnar. Bíblian er innblást av Guði, og hon er keldan til varandi orku.

Fylgja vit Bíbliuni og liva samsvarandi síggja vit alt í einum nýggjum ljósi, ið tekur ábyrgd av eins egna likami, medmenniskjunum og Guðs skapanarverkið. Vit, ið eru endurfødd og endurnýggjað, eiga at liva samsvarandi og bera trúarinnar fruktir. Vit eiga at hugsa etiskt og taka medábyrgd í samfelagnum.

Vit eiga at vera salt og ljós. Vit eru kallað at vera ljós fyri Kristus í einum myrkum heimi. Vit eru kallað at vera salt og avmarka ella verja ímóti spillu.

Bíblian er ein heilag bók. Sum einstaklingar og sum kristin kirkja, mega vit fyrihalda okkum til tað, ið heilagt er. Vit fara væl, um vit lesa í halgubók, taka orðið til okkum og goyma tað í einum góðum og reinum hjarta.

Tann reyða orkan – frígerandi og reinsandi blóð Jesu Krist – er av størri týdningi enn øll talan um svarta, grøna ella alternativa orku.

Fylgjurnar av reyðari orku eru sjónligar. Allar staðir, har Jesus verður tilbiðin í anda og sannleika er liviligt. Hatur verður umbroytt til kærleika, tey svongu verða mettað, tey uttan býli fáa innivist, og lovsangurin ljóðar í kirkjum og samkomum.

Reyð orka úr lívsins keldu er ein varandi orkukelda. Alla ta tíð, heimurin stendur, fær kristnin orku til gott verk at inna í Jesu navni.

Fari tilvitað at venda aftur til Bíbliuna og taka hana í størri álvara, enn áður er gjørt. Bíblian er ikki einans ein bók millum aðrar bøkur. Bíblian er bókin.

Vegna orðið í Bíbliuni og kveikt av Guðs heilaga anda byrjaði Sjómansmissiónin sítt arbeiði í Íslandi fyri 100 árum síðan. Í dag – 1. oktober 2022 – verður hetta hátíðarhildið á føroyska sjómansheiminum í Reykjavík, Ørkini.

Tað hoyrist millum fólkið, at blóð Jesu Krists gevur orku til tænastu. Tað var styrkin, eisini tá ið sjófólk okkara sigldu undir Íslandi ella arbeiddu á landi.

Reyða orkan er tað, ið gevur blóðvitnum Guðs styrki at ganga í deyðan fyri sína trúgv. Vit, ið eru borin á lógvum, mega ikki skammast við evangeliið. Amen.

Orðið: “... og uttan úthelling av blóði fæst ikki fyrigeving.” (Hebrearabrævið 9,22).

Jógvan Fríðriksson
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo