Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Eftir trivaligan vinning í nærum 10 ár restaði í hjá Demich í fjør.

Hallið eftir skatt var 1,35 milliónir krónur, eftir vinnining seinastu trý árini frammanundan uppá ímillum 7 og 8 mió kr.

Orsøkin skal fyrst og fremst finnast í minkaðum bruttovinningi, og leiðslan er ikki nøgd við gongdina.

Demich fæst við sølu, framleiðslu og handverk innan HVS, blikksmið og el.

Í frágreiðingini verður sagt, at felagið væntar minni byggivirksemi í Føroyum í 2022 enn undanfarin ár. Felagið hevur gjørt tillagingar í rakstrinum, ið føra við sær, at felagið væntar eitt betri úrslit í 2022. Felagið væntar at kunna viga upp ímóti minni virksemi innan byggivinnuna, við at vaksa um virksemið innan grøna orkuumskifti, har felagið er førandi í Føroyum.

Demich, sum er dóttirfelag hjá Magn, eigur í felagnum Jarðhita.

Fíggjarstøðan javnvigar við smáum 75 mió kr og eginognin er smáar 18 mió kr.

Stjóri er Rói S. Kalsø.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo