Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Reyði Krossur: Tropiska meldurhvirlan Freddy rakti í gjár miðafrikanska landið, Malavi. Og longu nú hava umfatandi skaðar verið. Stóru áirnar fløða, fleiri skriðulop hava verið og fólk eru fangað undir rununi.

Í Malavi arbeiðir føroyska Sanna. Hon starvast til dagligt á høvuðsskrivstovuni hjá Reyða Krossi í Lilongwe, har hon arbeiðir við ávaringaskipanum, sum setast í verk, áðrenn vanlukkur raka. Malavi er nemliga á hvørjum ári fyri ógvusligum náttúruvanlukkum, so sum ódnum og vatnflóðum.

Reyði Krossur Føroya hevur ígjøgnum eina tíð stuðlað ávaringaskipanini hjá Reyða Kross í Malavi, og í síðsta ár varð stuðul latin til eina nýggja verkætlan, ið kallast Electronic Contingency Planning. Verkætlanin gongur út uppá, at sjálvboðin kring landið skipa seg í lokal tilbúgvingarlið, sum verða aktiverað, við hjálp av eini snildfon, tá ein vanlukka er á veg.  

Í einum landi, har einans 11% av íbúgvum hava streym, er tað ómetaliga ringt at røkka teimum, sum búgva í útsettum økjum kring landið. Tí kemur hendan skipanin sera væl við, og longu týsdagin í síðstu viku fingu øll tilbúgvingarliðini ávaring um meldurhvirluna ígjøgnum eina app á snildfonini. Tilbúgvingarliðini hava síðan ávarað hvør sítt nærumhvørvi, við hjálp av tilbúgvingarætlanunum, sum tey sjálvi hava verið við til at menna. Ígjøgnum snildfonina kunnu tey eisini senda boð til Reyða Kross, við m.a. dagføringum um, hvat er gjørt, og um tørvur er á meiri útgerð ella aðrari hjálp.

Á fyrstu myndini sæst Sanna – myndin er tikin við ánna Ruo, til eina venjing fyrr í ár, har tað bleiv simulerað, at ein meldurhvirla og vatnflóð rakti økið. Beint nú fløðir hendan áin, sum er á myndini, og takka verið verkætlanini, eru fólk blivin evakuerað úr økinum. Á síðstu myndini eru sjálvboðin úr tilbúgvingarliðinum í gongd við at ávara fólk í bygdini.

Reyði Krossur fegnast um, at sjálvboðin og lokal hava tikið væl ímóti verkætlanini, sum longu hevur verið við til at bjarga mongum mannalívum, og at sjálvbodnu tilbúgvingarliðini eru fult sjálvbjargin í hesum døgum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo