Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Okkara umhvørvistar hava selt sína og Vesturheimsins sál til Kina og Putin. Nú er Evropa rubbað fast til russiskt kolvetni aftur fyri at vit vísa okkara hægra moral við okkara ‘grønu’ orku, ið er lognbrá og lygn.

Biden er fúlastur og hevur minkað orkuframleiðsluna í USA við 10% (1,2 mió tunnur um dagin) og kann tí ikki lata Evropa olju.

Umhvørvistar eru sosialistar og kunnu tí ikki viðganga síni mistøk, tí teirra moralur liggur hægri enn okkara høgravendu.

Bogi vart marxismu alt lívið
Bogi Hansen hevur missionerað fyri hvørjari marxistisku sekt farnu hálvu øld.

Hann byrjaði við at útnevna seg sjálvan sum lim í føroysku ‘Chile-nevndini’ í 1973.

Aðrir marxistar, Johnny Thomsen, Vøgg guttesen, Einar Petersen o.fl. vildu hjálpa sovjetiska diktatorinum Leonid Bresjnev at bjarga Chile undan USA, eftir at Augusto Pinochet, chilenskur diktator, hevði tikið valdið í Chile við hermegi.

Marxisturin, Salvador Allende, hevði koyrt chilenska búskapin í knús og doyði (fyri egnari hond?) í borgarakrígnum í 1973.

Allende varð útnevndur sum heimsins tá størsti marxistiski pínslaváttur, sum Bogi og hinir í okkara lokala politbyro umrøddu við gráturødd.

Annars drap sosialisma av ymsum slag yvir 100 mió fólk bara í farnu øld.

Sosialistar hava ongan fígginda vil vinstru og feldu tí eingi tár um mannfallið.

Nú hóttir Putin í Ukraina 350 mió kring heim við hungursdeyða. Grundin er, tí Bogi, Johan, Biden & Co skulu bjarga heiminum undan CO2.

Øll CO2 sektarisman er ein sosialistisk hvørvisjón, sum Fedranna kirkja nú stuðlar.

Chile frá fátækasta til ríkasta land
Fyri at vísa, hvussu gaggag sosialistar sum Bogi eru, kundi ein nevnt, at:

Í 1973 var marxistiska chilenska BTÚ-ið pr. ár og pr. íbúgva $1.640 (= 10.000 kr).

Í 2020 var høgravenda chilenska BTÚ-ið pr. ár og pr. íbúgva 10-faldað til $15.000 (= 100.000 kr).

So skilagóður var borgarligi fíggjarpolitikkin hjá Pinochet o.ø forsetum og stjórnum frá 1973 til í dag eftir marxistiska dølgin, Allende, og hansara ruðuleika.

Chile er farið frá at vera eitt hitt fátækasta til ríkasta land í Suðuramerika pr. íbúgva.

‘Stik den, 'profet' Hansen’.

Venezuela frá ríkasta til fátækasta land
Hin vegin er marxistiska oljuríka Venezuela, eftir bert 20 árum farið frá at vera hitt ríkasta til hitt fátækasta landið í Suðuramerika – alt av kavráari sosialismu.

6 mió fólk (5. hvør av 30 mió) eru flýdd úr Venezuela hjá Chavez og Maduro. Fólk eta síni húsdýr og úr ruskspannum hjá grannum, tí handlarnir eru tómir og eingin inntøka.

Oljan verður seld Kuba, Norðurkorea og Kina fyri undirprís aftur fyri hernaðarhjálp til at halda egnum íbúgvum niðri.

Hví stovnar Bogi ikki eina føroyska ‘Venezuela-nevnd’ saman við øðrum marxistiskum fantastum?

Tí hann og sosialistar annars síggja ongan fígginda vinstru megin, sjálvt ikki Chavez og Maduro diktatorar.

Bogi boyur í Bankarennuni
Bogi má vera ein deiligur andligur ‘grønur’ vegleiðari hjá kirkjuliðnum í ‘Fedranna kirkju í Føroya Tjóð?’

30 ár eftir Chilenevndina royndi Bogi at prógva, at veðurgaggið hjá honum var atvold til, at vesturrákið á botni í í Bankarennuni frá Golfstreyminum í erva var um at steðga!

Veðurreligiøsa møsnið hjá Boga varð mótprógvað av honum sjálvum. Í Bankarennuni rekur líka hart nú sum altíð.

Johan spanskar svínaskinkur í Svínoy
Johan H. Mortensen hevur fingist við mangt og hvat áðrenn nú at vera ‘forfremmet til herligheten’ sum andligur ‘grønur’ hirði hjá føroyska kirkjuliðnum.

Øll 1990-árini og inn í 0-ini vónaði Johan, at Føroyar skuldu blíva ein oljustatur við sær sjálvum sum oljusjeiki ‘in spe’.

Tá oljuprísurin legði seg fastan um $ 50-60 fyri tunnuna, mistu altjóða oljufeløgini áhuga í boringum við Føroyar. Tað loysti seg ikki.

Nú hava tey ‘grønu’ lagt oljuna undir hatur og bannað fleiri boringum.

Johan var tó ikki ráðaleysur. Hann bjóðaði kolvetni og oljufeløgum av i kríggj.

Hann hevur síðan turkað spanskar svínaskinkur í Svínoy ('parma').

Eystara bryggja undir um 10 ár!
Men nú er Johan útnevndur ‘grønur’ strategur og ráðgevi hjá Bispi.

Johan hevur skift frá at stremba niður í havbotnin til at stemba upp (‘per aspera ad astra’) móti hægri lívsmáli.

Nú er øll tilveran tær beru luftkastellur, flagsandi vindmylnur sum erstatningur fyri kolvetni og kjarnorku, ið er 90% av Føroya og heimsins vælferð.

Hann tykist hava útnevnt seg sjálvan til byggikønan eftirlitisman við bygging av komandi Tjóðleikhúsi.

Johan hevur rætt lívið av prestastættini við, at eystara bryggja og kjallarin á komandi Tjóðleikhúsi liggja undir í sjógvi um 10 ár. (‘O hellige enfold’).

Havskorpan hækkað sum klokkan 1,5 mm árliga
Síðan síðstu ístíð er havskorpan kring heimin hækkað 1,5 mm um árið við tí støðugt bráðnandi ísinum.

Føroyar omansjóar rukku tá út á 130 metra dýptarkurvuna, og var nógvar 100 km2 størri enn í dag.

Tað var fyri 20.000 árum síðan. Tá vóru heimshøvini lutvíst bundin í ískappanum á norðaru hálvu, og havskorpan var tí ca. 130 metrar lægri enn í dag.

Tá vóru hvørki kolvetni brend ella partrolarar til at ‘dálka’. Men heimshitin ornaði við onkrum hendinga steðgi.

Veruleikin er, at 1,5 mm um árið er 1,5 cm hvørji 10 ár ella 15 cm um 100 ár.

So stýr tær, Johan, og gevst at tvætla, um tú ætlar at blíva andligur ráðgevi hjá Fólkakirkjuni í ‘grønum’ kristindómi og ikki bara falslærari.

Vit ‘falnu syndarar, ið fattast náði Guds’ mugu kunna seta nøkur krøv til ørvitisfiskar, ið skulu trúbøta Kirkjuna út á ‘grøna’ kós (hálkubreyt) og ikki niður á havsins botn innan 10 ár, Johan H, tín ignorantur.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo