Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Eftir at foreldraumboðini alment í skrivi síðsta fríggjadag, gjørdu vart við viðurskiftini, vóru gummimáttur festar í vegin. Tað hendi beinavegin eftir at skrivið var alment

Eftir at foreldraumboðini alment í skrivi síðsta fríggjadag, gjørdu vart við viðurskiftini, vóru gummimáttur festar í vegin. Tað hendi beinavegin eftir at skrivið var alment

Eftir at foreldraumboðini alment í skrivi síðsta fríggjadag, gjørdu vart við viðurskiftini, vóru gummimáttur festar í vegin. Tað hendi beinavegin eftir at skrivið var alment

- Vit heita á kommununa at gera eina nýggja meting av ferðslutrygdini á økinum við tí fyri eyga at gera økið trygt hjá børnum, meðan tey eru í frítíðarskúlanum Spíran, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd í skrivi til Tórshavnar kommunu.

RFF skrivar at ein borgari, sum er foreldraumboð fyri foreldrabólkin í frítíðarskúlanum, Spíranum, hevur vent sær til Ráðið fyri Ferðslutrygd, tí tey hava stóran ampa av trygdini hjá børnunum.

- Framvið stovninum fer ein tvísporaður vegur. Umboðið metir, at framvið stovninum koyrir lutfalsliga nógv ferðsla - eisini tung ferðsla - og at koyrt verður skjótt. Eingin ítøkilig forðing er millum spæliøkið hjá børnum uttanfyri og vegin. Tí kann vera skjótt, at eitt barn er á vegnum.

Sambært foreldraumboðnum so hava bæði foreldur og serliga starvsfólk, vent sær til kommununa í langa tíð, uttan at nakað er gjørt við málið.

- Tó verður verður víst á, at kommunan hin 18. november hevur lagt smáar flytbarar bungur, sum foreldrini als ikki meta ger mun, tí bilarnir koyra slalom millum tær, umframt at tær eru lágar og tí ikki kennast serliga 'óbehagiligar' at koyra á, skrivar RFF.

- Umboðið mælir til - sum bráðfeingisloysn - at størri forðingar, møguliga sum betongklossar, sum noyða bilarnar at seta ferðina niður, umframt at gyrðing verður gjørd, so børnini ikki sleppa út á vegin.

Ráðið fyri Ferðslutrygd metir ikki, at økið í verandi løtu er nóg trygt hjá børnum.

- Ráðið tekur ikki støðu til, hvørjar vegatøkniligar fyriskipanir eru rætta loysnin.

- Men vit minna á, at vegir eru ikki hóskandi hjá børnum at spæla á, og her er einki, ið forðar børnunum at fara á vegin.

- Vit heita á kommununa at gera eina nýggja meting av ferðslutrygdini á økinum við tí fyri eyga at gera økið trygt hjá børnum, meðan tey eru í frítíðarskúlanum, skrivar RFF til Tórshavnar kommunu.

Dagin eftir hesi átøk við gummimáttum, var stjórin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd á staðnum og kannaði viðurskiftini.

Eftir niðurstøðuna, sum er send kommununi, vóru foreldur kunnaði um støðuna. Enn einaferð var staðfest, at viðurskiftini als ikki eru nøktandi.

Les eisini:

Frítíðarskúlin Spírin - ein deyðsfella? 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo