Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vágaportalurin hevur fregnast um, hvat hendir við rundkoyringini, sum skuldi gerast oman til flogvøllin í Sørvági.

Fyribils sær tað út til, at nýggja landsstýriskvinnan hevur steðgað tí verkætlan, sum fleiri myndugleikar hava arbeitt við í áravís, og sum var klár at seta í verk.

Forsøgan er í stuttum tann, at Helena Dam á Neystabø í óðum verkum friðaði øll krígsminni, sum vóru “jarðfest.” Hetta var ongastaðni sent til ummælis, og onkur vildi vera við, at hetta var eitt amboð at steðga tí framburði, sum møguliga fór at verða rundan um flogvallarøkið.

Fyri at ikki hvør betongklumpur skuldi verða friðaður, setti Fornminnissavnið eina nevnd, sum skuldi koma við tilmæli um, hvat av krígsminnunum var vert at varðveita.

Landsverk hevur í skrivi til Søvn Landsins søkt um, at nakrir betongklumpar verða loystir úr friðing, sum tað verður kallað, nú ætlanin er at gera rundkoyring í økinum.

Og svarið kom eftir at Rigmor Dam hevði sitið nakrar tímar í stólinum, og svarið var nei.

Hon tekur undir við avgerðini hjá Fornminnisnevndini, sum mælir henni til at siga nei.

Og hetta er sama Fornminnisnevnd, sum hevur sett eina staðkenda nevnd at gera tilmæli um, hvat er vert at varðveita og hvat ikki. Henda nevnd er ikki komin við nøkrum tilmæli enn.

Vágaportalurin fer at gera meira við hetta málið. Ætlanin er at spyrja politikararnar í økinum, um teir góðtaka, at bara man hevur ávíst eftirnavn, so skal bera til at steðga øllum skilagóðum framburði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo