Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

BirkBloggur: Nú hava vit livað við eini samanrenning av Bíbliutrúgvum kristindómi og fólkaræðisligari tingskipan í eina tíð. Burtursæð frá, tá tingmenn fóru undir at hava bønarløtu í tinginum, og 266b varð orsøkin til at ein tingmaður skifti flokk av átrúnaðarligum ávum, minnist meg ikki, at ein ytri praktiseraður og fyri mannaeygum sjónligur átrúnaður hevur verið sæddur og hoyrdur úr tinginum.

Heldur ikki hevur nakar annarleiðis trúgvandi praktiserað bøn og aðrar ákallanir innan tingsins gátt ella í fundarhølum hjá tinginum, tað vit vita.

Men fyri stuttum heitti formaðurin á tingi, uttan at vera í sjamanistiskum hornum, at steðga teim kvinnum, sum vildu taka rættin frá pápum at verða pápar. Óortodoksa áheitanin hjá tingformanninum, sum varð sett fram á Facebook, og sum eg fataði sum subversiva og rasistiska, fekk hvørki umrøðu ella avleiðingar av nøkrum slag.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo