Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eitt uppskot frá Tjóðveldi um at skerja ríkisveitingina fær kaldliga móttøku frá samgonguni og Javnaðarflokkinum í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum.

Í álitinum sæst, at samgonguflokkarnir halda tað vera margháttligt, at ein flokkur, sum sjálvur fyri stuttari tíð síðan hevur tikið undir við at fastfrysta ríkisveitingina úr Danmark, nú vil sleppa sær av við hana.

Ríkisveitingin er 641,8 mió kr, men Tjóðveldi skeyt upp at minka hana stigvíst. Men tí taka samgonguflokkarnir og Javnaðarflokkurin so ikki undir við.

Framsókn og Jógvan Skorheim eru í álitinum samd við Tjóðveldi. Tey halda øll, at tíðin er búgvin at finna semju um búskaparligt sjálvbjargni í Føroyum, millum annað, tí livistøðið í Føroyum er farið uppum tað í Danmark.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo